Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjepparafelagið hjá KÍ: Bláa Bylgjan er búmerkið

Norðlýsið ÍTROTTUR

www.blaabylgjan.com hevur avdúkað búmerkið, sum nú skal mynda felagið, og ikki óvæntað er tann bláa bylgjan partur av nýggju ímynd felagsins.

Ikki kann sigast annað enn, at tað eru virknar kreftir, sum mynda fjepparafelagið hjá KÍ, Bláu Bylgjuna.

Í fjør gjørdu hesir heilhjartaðu heppararnir hjá KÍ veruliga mun, tá ið Formulalið felagsins stríddist upp á tað harðasta fyri at fóta sær, og Bláa Bylgjan heldur fram, har hon slepti í fjør, nú vit skriva 2009, og eitt nýtt kappingarár stundar til.

Á virknu heimasíðuni, www.blaabylgjan.com, skrivar fjepparafelagið, at langt um leingi hevur Bláa Bylgjan fingið sítt egnað búmerki. Hóast nógv búmerki hava verið uppi og vent, hevur onki av teimum verið ákkurat "tað" rætta. Ikki fyrr enn Kristian Andreasen tók sakina í egnar hendur, og setti eitt flott búmerki saman.
 
Víðari boðar Bláa Bylgjan frá, at í nærmastu framtíð vera fjeppara-húgvur, turrikløð, krús, jakkar o.a. til keyps.

Harleywoodpaint