Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjepparamynd: Viðingar í finaluhýri!

Danial Viðoy

Í morgin verður brakið! Sendið okkum tykkara fjepparamynd. Omanfyri er eitt dømi um eina fjepparamynd. – Vit eru til dystin fús!

Í morgin verður brakið! Sendið okkum tykkara fjepparamynd. Omanfyri er eitt dømi um eina fjepparamynd.

Sendið tit eina slíka ella líknandi til Norðlýsið.

Til ber til at senda myndina ella myndirnar til

– dv_nordlysid@outlook.com

ella

– sum boð á Facebooksíðuni hjá Norðlýsinum.

Ídni KÍ-fjepparin, Jan Olsen á Viðareiði, sendi hesa myndina til Norðlýsið. Hann sigur, at hýrurin longu er avbera góður.

– Hetta er eitt slag av upphiting! men enn verður bara drukkið kaffi. Vónandi fara KÍ-arnir at drekka okkurt gott úr Løgmanssteypinum í annaðkvøld.

– Eitt er, at vit gleða okkum til stóra steypadystin í morgin, men hann leggur afturat:

– vit gleða okkum eisini at síggja Ísak Simonsen, okkara mann, okkara viðing á KÍ-liðnum!