Fjeppararnir hjá HB og B36 vænta báðir, at sini lið vinna FM í ár. Í dag hava vit sett tveimum fjepparum hjá HB og B36 spurningar um komandi Effodeild.
Jóannes í Garði Niclasen er íðin B36 fjeppari, meðan Pætur Ramussen er HB fjeppari um ein háls. Teir koma í dag við sínum tippingum. Teir eru samdir um, at Finnur Justinussen verður toppskjútti og at 07Vestur og TB flyta niður.
Jóannes í Garði Niclasen, B36 fjeppari, tippar soleiðis:
Topp 4: 1.B36 2.HB 3.Víkingur og 4.EB/Streymur
Niðurflytarar: 07Vestur og TB
Toppskjútti: Finnur Justinussen (Víkingur)
Ársins leikari: Fróði Benjaminsen (HB)
Ársins stjørnuskot: Rasmus Dan Sørensen (B36)
Pætur Rasmussen, HB fjeppari, tippar soleiðis:
Topp 4: 1. HB, 2. Víkingur, 3. EB/Streymur og 4. KÍ.
Niðurflytarar: 10. TB og 9. 07 Vestur.
Toppskjútti: Finnur Justinussen (Víkingur)
Ársins leikari: Símun Samuelsen (HB)
Ársins stjørnuskot: Gilli Sørensen (B36)




