Kappingin verður Viðareiði nú leygardagin, og kappingin byrjar kl 9.00. Kappast verður í øllum klassum.Dagin eftir verður skeið fyri seyðahundaførarar, har Erik Holmgaard er skeiðshaldari.
Fjóðra seyðahundakapping í ár, verður leygardagin 06.04.2013.
Kappingin verður Viðareiði nú leygardagin, og kappingin byrjar kl 9.00. Kappast verður í øllum klassum, og klassa 3 kappingin er kvalificerandi til Continental (EM) og World trial (VM) í 2014. Dómari verður Erik Holmgaard úr Danmark.
Dagin eftir verður skeið fyri seyðahundaførarar, har Erik Holmgaard er skeiðshaldari.
Seyðahundafelagið skipar fyri kappingum og skeiðum 2-3 ferðir um árið, har útlendingar sum hava nátt serlig úrslit, luttaka. Dómarar og skeiðshaldarar hava fyrr verið úr Noregi, Svøríki, Danmark Hollandi, Englandi og Skottlandi.
Erik Holmgaard er ein av fremstu donsku hundavenjarum og hundaførarum í løtuni, og hevur vunni nógvar kappingar innanlands, og komin rímuliga langt í altjóða kappingum.
Sí annars www.hundar.fo




