Steypafinalan hjá hondbóltskvinnunum er í KÍ-høllini í kvøld, 14. des, kl. 19:30
Steypakappingin hjá hondbóltskvinnunum er nú komin
fram til fjóðringsfinalurnar. Í tí eini fjóðringsfinaluni
hittast besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni og Neistin I. deild.
Hetta er ein dystur Stjørnan eigur at vinna, men Neistaliðið
er gott, og liggur í løtuni á odda í næstbestu deildini, og
skal tí avgjørt ikki undirmetast. Dysturin verður sum nevnt
í KÍ-høllini í kvøld, og burjar kl. 19:30.




