Fyri at bøta um kalloriuoyslið, tóku vit okkum niðan undir Hvítubrúgv í deiliga kavaveðrinu í dag.
Fyri at bøta um kalloriuoyslið, tóku vit okkum niðan undir Hvítubrúgv í deiliga kavaveðrinu í dag.
Kalt og stilt veður og tú fekk sveittan passaliga fram í brattanum. Gingu fra brunnunum í Ánunum og niðan á Árnfjarðargøtuna. Hesa gøtu, sum er trádd av so mongumn, kanska eina mest av Jógvan Svend, postmanninum, íð trúliga gekk við posti eftir hesi gøtuni í mong harrans ár.
Ja, hvussu mong jólakort man hann ikki hava borið og hvussu nógvar vinarligar heilsanir man hann ikki hava borið eftir hesi gøtu ávegis til onkran kæran, sum hevur notið heilsanina væl?
Nú ganga vit bert stillisliga og skulu royna at bøta um heilsuna á okkara ferð, tí í so nógv er etið á hesi sælu høgtíð, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan.
Henda sæla høgtíðin, har børn og vinir annars koma heim og eru glað eina stund saman við vinum sínum, áðrenn settingurin heldur fram.
Niðri við havnalagið í Norðhavnini lógu Norðborg og Christian í Grótnum og har hoyrdist málageipan umborð, sum partur av fyrireikingini til enn eitt spennandi ár.
Jú, meldurin heldur fram og tíð er at ynskja hvørjum øðrum eitt gott nýggjár!




