Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjølltáttaður hydrografitúrur

Havstovan – www.hav.fo

Um hvítusunnuna var Magnus Heinason úti til hydrografi kanningar. Á túrinum blivu sjey streymmátarar lagdir út: tríggir norðanfyri , tveir í Bankarennuni og tveir í Hetlandsrennuni, harav annar í bretskum sjógvi. Harafturat vóru hita- og saltmátingar gjørdar eftir einum standardskurði í Hetlandsrennuni. Hetta vóru høvuðsuppgávurnar á túrinum og eru tær partar av EU verkætlaniniNACLIM, sum Havstovan er við í.

Umframt hetta, vóru tvær eyka uppgávur á túrinum: Onnur var at taka fýra glúpstøðir norðanfyri í samband við eina PhD verkætlan, sum er fíggjað av donsku stjørnini og felagnum Nótaskip (meiri er at lesaher).

Hin uppgávan var at dreggja eftir kúpuskel vestan- og eystanfyri á umleið 100 metra dýpi og í hesum sambandi var ein PhD-studentur frá Universitetinum í Bergen við á túrinum. Hesar royndirnar eydnaðust væl og ein stutt frágreiðing um úrtøkuna verður skrivað í næstum.

Túrfrágreiðingin kann lesasther.

www.hav.fo