Føroyar endaðu á fjórða plássi, og er tað besta úrslit higartil. Reykjanes vann Kjørdæmakappingina 2014, sum var hildin í Havn um vikuskiftið. Kappingin er ein kapping millum valdømini í Íslandi og Føroya hava seinastu árini luttikið í hesi kapping. Hetta er fyrstu ferð, at kappingin hevur verið í Havn. 130 íslendskir bridgespælarar vitjaðu í Føroyum. 16 spælarar vóru á hvørjum liðið.

Eftir nógvar strævnar dystir eydnaðist føroyska landsliðnum at fáa besta úrslit higartil í Kjørdæmakappingini – nummar 4.
Úrslitini hjá føroyska liðnum vóru heldur sløk fyrra dagin, men í summum dystum bar sera væl til. Í dystinum móti Norðurland Vestra skoraðu Føroyar 72 stig av 80 møguligum. Hetta var eitt gott hál, har øll fýra liðini spældu væl og fluttu Føroyar av sætta plássi og fram á fjórða pláss.
Reykjanes vann Kjørdæmakappingina í seinasta dystinum, har tey spældu móti Norðurland Eysta, sum annars hevði ligið á odda meginpartin av kappingini.
í Butlara-uppgerðini, sum er uppgerð yvir, hvussu tey ymsu pørini hava klárað seg, endaðu Bogi Simonsen og Rói á Rógvi Joensen á einum 12. plássi av 76.
Tórshavnar Býrað stuðlaði kappingini og Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjaði eisini kappingina og heilsaði upp á stjóran í íslendska bridgesambandinum.