Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjórðingsfinalur: Metingar

Jákup Ósá

Á pappírinum er mest spennandi dysturin í Fuglafirði, har grannauppgerð er á skránni. Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið eru hesa vikuna.

Giza/Hoyvík-HB

Fyrsti dysturin er týskvøldið á niðara vølli í Gundadali, har Giza/Hoyvík spælir sínar heimadystir. Giza/Hoyvík er oddalið í 2.deild, meðan HB er nummar 3 í Effodeildini. At tað eru tvær deildir á muni millum liðini ger, at HB er risa stórur favorittur. Føroyska steypakappingin hevði havt gott av, at vit fingu eitt ”shock” úrslit, sum vit t.d. síggja ofta á ensku steypakappingini, men nærum ongantíð í Føroyum. Giza/Hoyvík hevur vunnið tveir stórsigrar í landskappingini umframt ein sigur á útivølli móti MB í steypakappingini. Í álopinum hava Tróndur Arge og Ahmed Keita víst gott máltev og liggja fremstir á toppskjúttaralistanum í deildini, men hesaferð er uppgávan størri enn áður. Giza/Hoyvík, sum einki mál hevur latið inn í lands- og steypakappingini, hevur nakrar leikarar við royndum úr bestu deildini og spennandi verður at síggja, hvussu sterkur verjuparturin er, tá mótstøðuliðið er eitt av landsins bestu liðum. Munurin á manningarsíðuni er so stórur, at tað verður helst bara spurningur um, hvussu stórur HB sigurin verður. Tipping: 2 (0-5)

NSÍ-AB

AB gav leygardagin meira mótstøðu enn væntað, tá somu lið møttust á sama vølli. Men NSÍ dró longra stráið í tætta dystinum og spurningurin er, hvat mentalt tað hevur gjørt við liðini. NSÍ er aftur hesaferð favorittur móti einum AB liði, sum ikki hevur stóra siðvenju í steypakappingini. Í steypakappingini kann alt henda og bæði liðini fara helst at leggja nógv fyri í royndunum at koma í hálvfinalurnar. Tipping: 1 (3-1)

B36-EB/Streymur

Tvey særd lið, sum koma frá tapi í landskappingini. Hyggja vit eftir steypakappingini seinastu árini, so hevur EB/Streymur nógv meira at vísa á, meðan B36 hevur havt tað trupult í longri tíð. Í fyrsta umfarinum spældu hesi liðini javnleik í ivasomu líkindum á Tórsvølli, men hesaferð vera karmarnir væntandi betri. EB/Streymur hevur síðani javnleikin í 1. umfarinum havt tað sera trupult á útivølli, har málini eru skolaði inn móti NSÍ, HB og KÍ. Hesaferð fær nýggja liðið hjá EB/Streymi tað aftur sera trupult á útivølli móti einum mest sannlíkt sera uppsettum B36 liði, sum eisini hevur boðað frá, at tað ynskir at koma longri í steypakappingini enn seinastu árini. NSÍ, HB og KÍ skoraðu øll minst 4 mál móti EB/Streymi á heimavølli, og tað ger B36 helst eisini. Tipping: 1 (4-1)

ÍF-Víkingur

Grannauppgerðin í Fuglafirði er á pappírinum ”størsti” dysturin í fjórðingsfinalunum. Bæði liðini tykjast væl fyri í løtuni og fyri bæði er tað av alstórum týdningi, at ikki blíva sendir úr kappingini av grannunum. ÍF skal ikki undirmetast, sum vit sóu seinasta vikuskiftið, hóast liðið hevur havt leikligar trupulleikar, sum helst eisini skyldast einari stórari útskifting á liðnum í mun til í fjør. Víkingur hevur vunnið kappingina trý ár á rað, og tað tykist sum um felagið er ”perfekt” egnað til hesa kappingina, har talan er um fáar avgerandi dystir. Víkingur tapir næstan ongantíð í Fuglafirði og útiliðið er við sínari steypasiðvenju eisini ein lítil favorittur hendan dystin. Men tað kann vera, at vit skulu út í longda leiktíð og kanska enntá brotssparkskapping, áðrenn vinnarin er funnin í einum dysti, har tað mest sannlíkt koma nógv mál, sum fyrsti landskappingardysturin millum hesi bæði liðini eisini vísti. Tipping: 2 (2-3)

Harleywoodpaint