Nú tað ikki er pláss fyri teimum heilt stóru íløgunum á tekniska økinum, so ber kortini til at gera okkurt, sum kann vera til trivna fyri borgararnar í býnum.
Tað er nýggja fjørugøtan eitt gott dømi um. Hon kostar ikki alla verðina, men ger góðan mun. Tað er uppi í tíðini, at fólk røra seg meira, og vit eiga ein vakran bý, so hví ikki kunna njóta eina stilla løtu framvið sjónum.
Býargartnarin fer við síni kønu hond at fáa bakkarnar grønar, so einaferð seinni í summar fer hon at taka endaligt skap.




