Av tí at siðbunda Flaggdagsrenningin í Havn, sum Bragdið plagar at fyriskipað, tíverri er avlýst vegna serligu umstøðurnar av Korona, so fer Treysti at skipa fyri einari einkultstart-renning Flaggdagin, har rennararnir byrjað við 1 minutt millumbili
Av tí at siðbunda Flaggdagsrenningin í Havn, sum Bragdið plagar at fyriskipað, tíverri er avlýst vegna serligu umstøðurnar av Korona, so fer Treysti at skipa fyri einari einkultstart-renning Flaggdagin, har rennararnir byrjað við 1 minutt millumbili.
Treysti hevur í hesum mánaðinum skipað fyri tveimum 5 km einkultstart renningum frá Byrgingini til Effo í Klaksvík. Tað hevur virkað væl. Teinurin Flaggdagin verður umleið 7 km. Runnið verður frá Haraldsundi til Klaksvíkar og út í Grøv har málið verður.
Luttakarar møta einsæris til start og fara einsæris víðari, tá ein kemur á mál, tvs. onki við at øll samlast (vit fylgja tilmælunum frá mynduleikunum). Allir luttakarar fáa startnummar áðrenn ein byrjar og fyrsti rennarin byrjar kl. 11.00. Luttøkan er ókeypis. Fríggjakvøldið senda vit teldupost til allar luttakarar, har kunnað verður um hvat klokkan ein skal byrja.
Starturin verður við rulluportrið, sum er 50 metrar norðureftir tá ein kemur tvørturum byrgingina til Haraldsund. Runnið verður so til Klaksvíkar og tá ein kemur til Victor á Lakjuni, so verður snarað til vinstru niðan á Garðavegin og so víðari eftir Heygavegnum til Gerðagøtu og harfrá út í Grøv til endan á parkeringplássinum í ovara borð.
Leinkja til tilmelding: Einkultstart-renning Flaggdagin 2020




