Fríggjadagin, 26. apríl 2013, bjóðar sendistovan til flaggdagshald í skrivstovuhølunum í Austurstræti 12 í Reykjavík.
Flaggdagshald á sendistovu Føroya í Íslandi
Fríggjadagin, 26. apríl 2013, bjóðar sendistovan til flaggdagshald í skrivstovuhølunum í Austurstræti 12 í Reykjavík. Tiltakið byrjar kl. 16:00 og verður til kl. 18:00. Fíggjarmálaráðharri, Jørgen Niclasen, heldur flaggdagsrøðuna. Harumframt verða føroyskir brellbitar at fáa og Jógvan Hansen framførir nøkur løg.
Áhugað verða vinarliga biðin um at boða frá luttøku á reykjavik@tinganes.fo, ella tlf. +354 511 3200.




