Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggdagshald og kvøldskúla framsýning á Fossánesi

Hvannasunds Kommuna

Flaggdagin verður skipað fyri flaggdagshaldi í skúlanum á Fossánesi, har Torbjørn Jacobsen heldur flaggdagsrøðuna, og Steintór Rasmussen syngur. Eisini er felagsangur á skránni.

Umframt flaggdagshald er eisini framsýning hjá kvøld­skúlanum leygardagin. Á framsýningini kann síggjast glaslist, málningalist, modellskip og handarbeiði.

Framsýningin letur upp klokkan 16 og er opin til klokkan 20.

Sjálvt flaggdagshaldið er klokkan 17:30.

Umleið klokkan 18.00, tá ið flaggdagshaldið er liðugt, verður ein drekka­munnur at fáa í skúlanum