Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggdagshald við upprunan

Danial Viðoy

Útisetar í Keypmannahavn hava í dag møguleikan at fara til flaggdagshald á Regensen, har Merkið varð teknað á sinni. Meginfelag Føroyska Studenta skipar fyri flaggdagshaldi á Regensen klokkan 15.00 danska tíð.

Útisetar í Keypmannahavn hava í dag møguleikan at fara til flaggdagshald á Regensen, har Merkið varð teknað á sinni. Meginfelag Føroyska Studenta skipar fyri flaggdagshaldi á Regensen klokkan 15.00 danska tíð.

Tað er sum kunnugt ein riðil av føroyingum í Keypmannahavn, sum eftir hondini er annar høvuðsstaðurin í Føroyum. – Nógv føroysk tiltøk eru í býnum og eitt flaggdagshald mann vera eitt hitt týdningarmesta av øllum tiltøkum.

MFS skrivar soleiðis um tiltakið í dag:

Flaggdagshald verður hildið á Regensen í Keypmannahavn, har Merkið varð teknað á sinni.

“Skrá:
MFS bjóðar vælkomin
Unn Augustudóttir Krákustein heldur flaggdagsrøðu
Felagssangir
Eisini verður møguleiki at fáa eina rundsýning í Regensen

MFS bjóðar ókeypis kaffi, te og kaku, og eisini verður møguleiki at keypa øl – so minnist til at hava reiðan pening við. Møguleiki verður eisini at rinda við mobilepay.

Eftir flaggdagshaldið letur Føroyingahúsið upp, har tað verður studentabarr við pubquiz og livandi tónleikur. Húsið selur breyð við føroyskum viðskera og allar øl kosta einans 20 kr. Føroyahúsið hevur fingið nýtt drinkskort, so hevur tú hug at royna eina slupp við manning, so er at leggja leiðina framvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.”

Á Facebook er sum vera mann Flaggdagstiltakið stovnað, og har hava 160 fólk víst tiltakinum áhuga.