Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggdagsløtan bleiv nakað serligt fyri meg…

Oliver Joensen

Millum annað tað, segði Karin Jacobsen,leiðandi bioanalytikari í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, í flagdagsrøðu síni í KFUM & K í Klaksvík í dag. Sera nógv fólk vóru møtt til flaggdagshaldið, haldi kanska at tað hava ikki verið fleiri til haldið 25. apríl tey seinastu nógvu árini.

Sum bioanalytikari hevur Klaksvíkar Blóðdonorlið eisini ligið ovarlaga í hugaheimi Karinar, og tí bleiv blóðgeving kanska eisini ein natúrligur partur av røðuni. Aftaná røðuna bleiv ein mynd tikin av Karini, saman viðUna Sigurðsson, sum regluliga hevur brúk fyri at fáa blóð frá blóðdonorum. Myndin sæst aftast í myndarøðini: Niðanfyri er røða Karinar:

Góðu norðoyingar.

Og góðu øll tit, sum eru komin saman her í dag.

Tað er mær ein heiður at fáa høvið at halda flaggdagsrøðuna. Takk til fyrireikararnar hjá skótunum fyri áheitanina og fyri álitið.

Vit eru øll samd um at Merkið er OKKARA flagg.

Men soleiðis hevur ikki altíð verið.

Sjálv minnist eg væl flaggdagshaldini, tá eg var smágenta.

Fyrst var at rigga flaggið til, sum eg skuldi bera, tá ið skrúðgongan fór heim í Vág. Vit búðu í Grótinum, og eg setti meg við stovuvindeygað at gera flaggið klárt. Haðani sá eg oman í Klaksvíksgarðin og kundi fylgja við, tá fólkið byrjaði at koma út eftir kajuni fyri at vera við í skrúðgonguni.

Á borðinum hevði eg hvítt pappír og farvublýantar. Fyrst skuldi krossurin teknast, og so var at lita tað við blýantum. Tað var ikki altíð líka lætt. Var tað nú tann reyði ella blái liturin, sum skuldi vera innast? Tá flaggið var litprýtt á báðum síðum, skuldi tað neglast á ein træpinn. Eg plagdi at fáa beiggja mín at hjálpa mær við at telgja og negla.

Ein serligur hátíðardámur var yvir løtuni.

Tað ráddi eisini um at fáa flaggið liðugt, áðrenn vit hoyrdu hornorkestrið spæla. So var bara at renna oman og finna eitt gott pláss so nær orkestrinum og flaggberunum sum gjørligt.

Hilmar politistur helt gott skil á skrúðgonguni, sum fór so mannsterk heim eftir Klaksvíksvegnum. Tá vit vóru komin heim í Vág, dámdi mær best at standa so nær trummusláaranum sum gjørligt. Eisini dámdi mær væl at síggja, hvussu fyrimyndarliga skótarnir í sínum vøkru grønu og gulu búnum stóðu og lýddu á. Eg helt altíð, at tað vóru so nógv fólk til flaggdagshaldið, og eg sá onnur børn, sum eisini høvdu gjørt sær eitt flagg til høvið.

25. apríl í 1940 var Merkið alment tikið í nýtslu . Søgan um flaggið er eldri, men almenna viðurkenningin kom fyri 77 árum síðan.

Søgan sigur, at tað kom til rættiligt stríð í 1940. Bretska hersetingarvaldið vildi ikki lata føroyingar sigla undir donskum flaggi, sum amtmaðurin kravdi. Føroyingar sjálvir aftraðu seg, men so avgjørdi bretski konsulin, at føroyingar skuldu sigla undir Merkinum.

Í 1940 vóru føroyingar varnir, men longu í 1919 vóru tað nakrir føroyskir studentar í Keypmannahavn, sum hildu, at tað sømdi seg ikki, at ein tjóð ikki kundi siga frá gleði og sorg við sínum egna flaggi. Teir settu sær fyri at gera uppskot til føroyskt tjóðflagg, og Merkið veittraði fyrstu ferð sama árið.

Í 1920 sást tað fyrstu ferð á báti, og í 1923 veittraði tað fyrstu ferð á føroyskum fiskiskipi, og føroyskir skiparar sigldu skjótt bert undir Merkinum, men hetta kundi tó fáa fylgir. So 25. apríl 1940 var ein frælsisdagur fyri allar føroyingar, og Merkið kundi nú umboða okkum sum tjóð á øllum heimsins høvum.

Tað má hava verið ein góð kensla.

Merkið var væl fagnað og nógv brúkt tey fyrstu árini. Tá eg gekk í skúla var nógv gjørt burtur úr fimleikaframsýningum. Fimleikadraktirnar hjá gentunum vóru stuttar, seymaðar úr svørtum silki við elastikki um miðjuna, og dreingirnir vóru í hvítum skjúrtum og stuttum buksum. Øll vóru vit í rotuskóm, genturnar høvdu reyðar tveingir og dreinagirnir hvítar. Og so høvdu vit ØLL Merkið seymað á bringuna.

Skótar og ítróttarfólk umboða framvegis Føroyar sum tjóð við at bera Merkið bæði her heima og úti í heimi. Síðan seinasta flaggdagshald hevur okkara Merkið verið við í fleiri stórum ítróttartiltøkum. Eitt av teim heilt stóru var, tá svimjarin, Krista Mørkøre, úr Klaksvík var til Paraolympisku leikirnar í Rio. At síggja hana til setanina koma inn á leikvøllin berandi stóra Merkið. Tað var nakað heilt serligt.

Á sama hátt sum tit, skótar, fjølgast um Merkið, soleiðis hava tit eisini í øðrum sambandi verið góðir at heita á. Í 1930 var ein danskur skótaleiðari í Onglandi, har hann fekk innlit í, at vaksnu ensku skótarnir vóru blóðdonorar. Heimafturkomin til Danmarkar heitti hann á skótarnar um at vera við til at stovna tað danska blóðdonorliðið.

Stutt eftir at Petur Waagstein, yvirlækni, kom á Klaksvíkar Sjúkrahús at arbeiða, stovnaði hann Klaksvíkar blóðdonorlið og heitti á skótar og ítróttarfólk um at hjálpa til. Tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so var donorliðið stovnað av sjálvbodnum eldsálum, sum uttan nakað hóvasták komu, tá sjúkrahúsið hevði brúk fyri teimum.

Klaksvíkar blóðdonorlið, sum í ár fyllir 60 ár, er í dag við til at hjálpa øllum føroyingum, sum hava brúk fyri at fáa blóð. Øll trý donorliðini í Føroyum – í Klaksvík, Havn og Suðuroy – geva blóð til øll trý sjúkrahúsini. Tað vóru tit skótar, sum løgdu lunnar undir hetta arbeiðið, sum hjálpir tá á stendur og er við til at bjarga lív.

Studentarnir í Keypmannahavn, sum fyri skjótt 100 árum síðani settu sær fyri at gera uppskot til føroyskt tjóðflagg, vístu alsk til heimlandið. Latið eisini okkum, sum í dag búleikast á hesum oyggjum og millum hesi fjøll, hava virðing fyri hvørjum øðrum og okkara felagsskapi, okkara landi.

Jú, vit uppliva gleði og sorg, og munur er á at síggja Merkið í fullari ella hálvari stong. Og nei, vit eru ikki altíð samd, og ofta kann tað tykjast, sum sundurlyndið vinnur, men vit kjakast, tí vit vilja øll okkara landið tað besta. Vit eru ymisk, og vit hava øll okkara egna. Men vit standa eisini øll undir sama Merkið.

Tað minnir flaggdagurin okkum á.

Flaggdagsløtan bleiv nakað serligt fyri meg sum smágenta, tí eg teknaði, telgdi, nelgdi, rann og lurtaði. Í dag kundu vit bara sitið heima og lagt eitt flagg á Facebook, men kenslurnar og minnini eru knýtt at kroppinum, og tí er tað gott, at tit skótar framvegis skipa fyri flaggdagshaldi her í býnum.

Við at koma saman vísa vit, at vit hoyra til ein størri felagsskap. Vit heiðra hvørjum øðrum og tí, vit hava í felag. Vit hyggja framvegis hugtikin at skótunum. Tað er bara ein løta, men vit taka hana við okkum inn í dagligdagin og inn í framtíðina við orðunum í tjóðsanginum: “Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!”

Takk fyri!

.