Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggið – sendistovur og fullveldið

John William Joensen

Nú hava loysingarmenn geberdað sær í fjølmiðlunum í vikur um flaggið á sendistovuni í Reykjavík – ja onkur tosar enntá um nýval orsakað av sama.

Somu menn sum uttan himpr í undanfarnu samgongu vóru við til at stovnseta føroysku sendistovurnar í Brússel og London – við veðraskjøldrinum á húsavegginum á donsku sendistovuni undir liðini á danska ríkisskjøldrinum og við merkinum flaggandi undir liðini á danska og grønlendska flagginum.

Hetta var sjálvandi gjørt á hendan hátt, tí man sá tað skilagóða í hesum og tí at hesar eru tær avtalaðu spælireglurnar millum londini.

Tann ekspertisan sum er á donsku sendistovuni og sum vit her kunnu gera brúk av og trekkja uppá er ikki til at undirmeta, – sum sendimenn okkara eisini hava lagt áherðslu á, tá vit hava vitja hesar.

At allir flokkar á tingið, inklusiv Tjóðveldisflokkurin, hava viljað somu loysn fyri sendistovu í Reykjavík, sum vit hava í London og Brússel, er sligið fast.
Millum annað søgdu umboð Tjóðveldisfloksins (Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) í sambandi við fíggjarlógar minnilutauppskotið, at hesir, saman við Kára P. Højgaard, tóku undir við, at peningur verður játtaður til eina sendistovu í Reykjavík, sum skal hava somu tign sum sendistovurnar í Brússel og London.

Bæði politikarar og fjølmiðlar brúka misvísandi orð, tá teir tosað um sendistovur/ ambassadur og diplomatiskan status. Um ætlanin er at hava “eina føroyska “sendistovu” við føroyskum flaggi einans at veittra í Reykjavík”, so tosa vit um umboðsstovu Føroya – ikki sendistovu við dipomatstatus. Eina sendistovu sum teirri vit høvdu í Aberdeen í mong harrans ár, væl umboðaðir av Sofusi Poulsen.

Hesa mettu vit ikki verða nóg “fína” longur og fluttu úr egnum hølum í Aberdeen inn á donsku sendistovuna í London – fyri at fáa diplomatstatus undir fullveldislandsstýrinum.

Har bleiv so at byrja vit bert flaggað við donskum flaggið – uttan stórvegis mótmælir frá fullvelddismonnum.

Ì dag veittrar merkið har lið um lið við dannebrog og veðraspjaldrið er á vegginum saman við danska ríkisspjaldrinum . Samstarvið á sendistovuni er fyrimyndarligt sambært føroyska og danska sendiharranum.

Vit eru í ríkisfelagsskapið og hava undir hesi vælvirkandi skipan avtalu við danska uttanríkisráðið um hvussu vit “spjaldra og flaggað” sum føroyska tjóðin umboða á donsku sendistovunum kring heimin. Hetta er púra greitt staðfest mannagongd í avtalu okkara.

So leingi sum Føroya fólk velur at verða undir hesum vælvirkandi felagsskapi saman við Danmark og Grønlandi, so má loysingarvongurin, antin hann vil tað ella ikki, “dáma luktin í bakarínum”.
Teir kundu, sum øll vita, havt tikið kjansin í 2001 og tikið fólkaatkvøðuna um fullveldið ella ríkisfelagsskap , – MEN teir tordu ikki at gjøgnumføra hesa, tá tað kom til skarpskeringar í 2001.

At sláa uppá stórutrummmu uttan ábyrgd, er og verður teirra spjaldramerki. Tað haldi eg at flestu føroyingar hava sæð í eyguni.

Johan Dahl
løgtingsmaður