icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flatskattur – kontra skattalætta til lág &miðal inntøkur

Absalon í Buð

Tá flatskatturin – íð øll nú lovprísa –  var settur í gildið. Vistu øll, íð høvdu minstu hylling á skattaviðurskiftum – At skuldi nakar munandi skattalættið gevast til lág &miðal inntøkur.
 
So var neyðugt , at lækka kommunu skattin. Tað var tíverri ikki gjørt.
 
Úrslitið var, at í kommunu, íð hevur álikningar % 20. (útrokningarnar síggjast betri í viðheftu mynd)
 
Rindar   inntøka       30.000   kr                           0%  kommunuskatt                            0 %        Landsskatt
“                       “       65.000  kr                          10,75%  kommunuskatt                       0 %       “               “
 
“                      “     100.000    kr                           14 %       “                   “                       7 %       “                “
 
“                      “     200.000    kr                           17 %        “                  “                       13,5 %  “                “
 
“                       “     300.000   kr                            18 %       “                   “                      15,6 %  “                “  
 
Við núverandi skattalóg (skipan),  gjalda hesir ca. 30 –34 túsund skattaborgarar, millum 210 –  240 milliónir kr meira í kommunuskatti enn landsskatti.
 
Tí er eyðsæð – skal hesin bólkur fáa nakran lætta ,íð munar. Mugu land og kommunur, í ein tættan konstruktivan dialog – um hvussu møguligt er, at fíggja hetta.
 
Í kommunulógini er álagt kommununum – ikki at taka meir inn í skatti – enn tær hava brúk fyri – til rakstur,íløgur & rentir og avdrøg.
 
Taka tær meira inn, eiga tær at bera borgarnum peningin aftur.
 
Sbr.framskrivingar fyri 2015, fara kommunurnar at fáa ca. 170 milliónir kr. meira inn 2015 – enn tað, tær mettu seg, at fara  hava brúk fyri, við árslok 2014.
 
So um viljin er tilsteðar og samráðingar hegnið er gott –  Átti møguleiki verið fyri – at lág &miðal inntøkur fingu ein lætta. 
Vinarliga
Absalon í Buð