Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið aftur uppskotið um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.
Tíðindaskriv
Heldur enn eina partvísa loysn nú, ynskir flokkurin eina heildarloysn eftir tilmæli frá óheftari nevnd
Heldur enn eina partvísa loysn nú, meit Sjálvstýrisflokkurin vera skilabetur, at landsstýrið setir eina óhefta nevnd at fyrireika broytingar í lønarviðurskiftum løgtings- og landsstýrismanna. Broytingarnar fara vónandi at føra til, at møguleikin at fáa fleirfalda løn fellur burtur.
Tí hava teir báðir tingmenninir hjá Sjálvstýrisflokkinum gjørt av at taka aftur løgtingsmál nr. 132/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.
Sjálvsstýrisflokkurin fer ístaðin, saman við øðrum flokkum, at leggja fram uppskot til samtyktar, ið heitir á landsstýrið at seta óhefta nevnd at viðgera øll viðurskifti í sambandi um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.
Kári P. Højgaard
Kári á Rógvi




