Av teimum 3.467, sum høvdu atkvøðurætt, hava snøgt 2600 verið á vali, ella 75% av veljarunum.
Frammanundan valinum varð roknað við lægri luttøku hesaferð enn til seinasta fólkatingsval, og orsøkin til tær metingarnar eru helst fyrst og fremst, at fulveldisspurningurin var so nógv frammi tá.
Men alt bendir á, at luttøkan hesaferð, hóast lakari enn í 2001 hevur verið stór. Av teimum 3.467, sum høvdu atkvøðurætt, hava sum sagt 2600 verið á vali og hetta gevur 75% av veljarunum, so spennandi verður at fylgja við og í tølum síggja hvør orsøkin til hetta er.




