Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri enn 100 kvinnur av Tvøroyri til Klaksvíkar á Kveik.fo

John William Joensen

Seinnapartin í dag varð kvinna nr 100 skrásett í dátugrunninum Kveik.fo.

Tað var Eilen Anthoniussen, ið fekk heiðurin at gerast nr 100 á listanum yvir kompetentar kvinnur í Føroyum. Eilen starvast í løtuni sum blaðkvinna á Dimmalætting. 
"Eg havi stóran áhuga í mentan og handligum arbeiði. Tónleikur, sjónleikur, list og ítróttur eru nøkur av mínum stóru áhugamálum, og sum eg brenni fyri skulu fáa betri kor í okkara samfelag", skrivar 25 ára gamla Eilen millum annað í sínum profili.

Kvinnurnar sum eru skrásettar koma úr øllum landinum. Eina løtu eftir at
Eilen hevði skrásett seg, taldi listin 108 kvinnur úr Froðba, Fámjin,
Tvøroyri, Sumba, Vági, Kvívík, Hósvík, Streymnesi, Skálafirði, Runavík,
Leynum, Klaksvík, Toftum, Skála, Fuglafirði, Norðagøtu, Syðrugøtu, Nólsoy,
Sandavági, Miðvági, Hvítanesi, Argjum, Hoyvík og Tórshavn. Eisini er onkur
skráseting úr Danmark og Norra. Listin fevnir harumframt um sera nógvar
ymiskar førleikar – alt frá lærarum og fysioterapeutum til stjórar og
granskarar.

– Vit eru ómetaliga fegnar um jaligu móttøkuna, og serstakliga um at
undirtøkan er kring allar Føroyar. Eftir bert einum degi er listin longu so
fjølbroyttur, at hann er eitt gott amboð hjá teimum, sum leita eftir kvinnum
við røttu førleikunum, siga stigtakararnir.

11. apríl 2007