Íslendski bakkurin Andri Freyr Bjornsson sigur, at fleiri feløg hava víst sær áhuga.
Íslendski bakkurin Andri Freyr Bjornsson sigur, at fleiri feløg hava víst sær áhuga.
TB fekk undan kappingarárinum í ár styrk úr Íslandi. Andri Freyr Bjørnsson spældi á vinstra bakki hjá TB nærum allar dystirnar og íslendingurin fekk ofta góð skoðsmál fyri síni avrik.
Tað hava eisini onnur felag sæð. Andri sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at fleiri felag hava víst sær áhuga. Í Føroyum eru tað umframt TB eisini AB, har Beinir Ellefsen fer av landinum, sum hevur víst áhuga, meðan eisini lið í Íslandi hava vent sær til verjuleikaran.
Andri spældi 26 av teimum 27 dystunum hjá TB seinasta kappingarár.




