Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri fløskupostar frá Sjómannadegnum 2009 afturíafturkomnir

John William Joensen

Í seinastu viku var móttøka á deildini hjá EIK í Klaksvík har fløskupostar, sum vóru kastaðir á ársins Sjómannadegi, handaðir avsendarunum.

Av teimum 300 fløskupostunum sum vóru kastaðir á Føroya Sjómannadegi 2009 eru umleið 20 komnir afturíaftur.
Teir eru komnir á land á plássum sum Hattarvík, Lamba, Rituvík, Syðrugøtu, Argjum, Tórshavn og aðrastaðni kring um í landinum.

Á brævinum í fløskupostinum var áheitan um at senda postin aftur til deildina hjá EIK í Klaksvík og í seinastu viku vóru so umleið 15 børn savnaði á lítlari móttøku.
Har handaði Hilmar Sam Lamhauge, leiðari í EIK, børnunum brøvini aftur og frá Bassa fingu børnini koppar, ryggsekkir og T-shirt.

Tey á deildini hjá EIK í Klaksvík savna postarnar saman og hanga teir uppá eitt kort sum vísir hvar teir eru funnir.
Enn eru bert postar funnir í Føroyum, men sum tíðin gongur verða teir vantandi eisini funnir uttanlanda. Tey á deildini hjá EIK siga at tey fara at savna børn saman, umleið 20 hvørja ferð og spennandi verður at vita hvussu langt postarnir fara.

Royndir frá undanfarnum árum siga at postarnir ferðast til
Ísland og Norra.

Endamálið við fløskupostunum á Føroya Sjómannadegi er at binda bond millum børn í føroyum og børn í norðanlondum.