Arbeiðisfólkið hjá býargartnaranum arbeiðir framhaldandi við at útbyggja upplivingarmøguleikarnar í viðalundini úti í Grøv.
Tað var beint eftir kreppuna, at Klaksvíkar Kommuna søkti og fekk pening til Ung í Arbeiði og ein av varðunum, ið stendur eftir hesa verkætlan, er vegurin úr gomlu Gerðum og út í Grøv og niðan gjøgnum Tunguna millum áirnar og til portrið í Gravardali.
Kommunan hevur hildið áfram við at fríðka um í skógarøkinum við Grøvina og seinasta vetur gjørdu teir hjá býargartnaranum eina gøtu afturat niðanvið norðanfyri norðaru ánna, síðani tvørtur um ánna við snotiligari brúgv og bundu saman við gøtuni á Tunguni.
Í ár hevur so býargartnari vaksið um økið omanfyri Oyravegin og hevur í hesum sambandið flutt inngyrðingina longur niðan. Samstundis er farið undir at gera eina gøtu niðanvið sunnanfyri sunnaru ánna, har ein brúgv skal gerast tvørtur um ánna, soleiðis at henda gøtan eisini skal bindast í gøtuna á Tunguni.
Hans Hjalti Skaale, býargartnari sigur, at han hevur roynt at lagt gøtuna soleiðis, at ein kemur so nær ánni sum møguligt tá gingið verður eftir gøtuni og eisini verður gøtan løgd soleiðis, at í fleiri støðum er gott skjól fyri vindi og veðri. Vit vóna, sigur Hans Hjalti, at tað arbeiði vit hava gjørt og gera her uppi, fer at fáa fólk til eisini at fara niðanfrá, tí sjálvandi er vakurt niðri í sjálvari Grøvini, men tað er ein heilt annarleiðis uppliving niðan við stóru áunum og fossunum omanfyri. Hetta økið er eisini sera vælegnað til tey, ið ganga saman við børnunum, tí væl ber til at finna sær ein krók heruppi, har børnini kunnu hugna sær eina løtu. Vanligt var fyrr at svimja í "Tesíluni" og "Gásahylinum" og kanska fara hesir svimjihyljar aftur at koma til sín rætt í summar, hvør veit.
Vit fóru ein túr við Hans Hjalta niðan við ánni og eftir Tunguni og vit lata myndirnar tala fyri seg.




