Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fleiri KÍ-leikarar spæla fyri nýggjum sáttmálum

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur tosað við høvuðsvenjaran, Magna Hoseth, um leikarar, ið ikki hava sátmála fyri 2024.

Í komandi blaðnum verður hópurin 2024 viðgjørdur, har Magne Hoseth, høvuðsvenjari, viðmerkir støðuna hjá flestu leikarunum, ið ivamál er um. Har er eisini eitt yvirlit yvir, hvørjir leikarar hava sáttmála.

Hjá fleiri leikarum er støðan ógreið. Tað ljóðar, at KÍ skal hava tveir nýggjar málverjar, men Magne sigur, at einki er avgjørt á tí økinum. Tveir av álopskendu leikarunum, sum hava spælt nógv, eru Luc Kassi og Sivert Gussiås. Vit hava spurt Magna, hvussu støðan er hjá teimum, og um tað er møguleiki fyri, at teir halda fram.

– Málið hjá Luc, tá hann kom, var at spæla seg í form, spæla og fáa eina góða kenslu. Og so royna at koma á eitt hægri ítróttarligt stig í dagligdegnum. Eg havi tosað við umboðsmannin, og hann ynskir, at taka eitt ár afturat í KÍ, men eg havi sagt, at vit bíða við avgerðini fyri at síggja, hvat hendur. Men um vit ynskja at hava hann eitt ár afturat, so er tað møguligt.

– Vit hava ikki tosað saman enn um 2024 (við Sivert Gussiås, blaðm.). Hann spælir kappingarárið út og so tosa vit saman, men har er einki avgjørt. Tað er ein møguleiki fyri, at hann heldur fram, sigur Magne Hoseth.

 

KÍ spælir sunnudagin móti B36 í Gundadali, men næsti ”stóri” dysturin er hóskvøldið kl. 17.45 á Tórsvølli móti Olimpija Ljubljana úr Slovenia.