Góðu føroyingar, góðu kvinnur og góðu menn.
Tað er við spenningi, at eg havi tikið hesa avbjóðing at stilla upp til Løgtingsval. Hetta geri eg fyrst og fremst, tí at eg eri áhuga í politikki, og tí at eg ynski at hava ávirkan á, hvussu framtíðar Føroyar skulu síggja út. Eg havi fleiri hjartamál, og eitt teirra er, at fáa fleiri kvinnur inn á ting. Ikki bara tí, at eg haldi, at vit skulu hava fleiri kvinnur fyri kvinnuna skyld, men tí, at eg eri sannførd um, at vit fáa eitt betri Føroyar, um vit hava umboðan av bæði kvinnum og monnum.
So er tað møguliga nøkur, ið spyrja: “Ja, men er politikkur ikki bara fyri menn ?” Mítt svar er: “Nei, politikkur er eisini fyri kvinnur”. Kvinnurnar leiklutur hevur stóran týðning á øllum økjum í samfelagnum, eisini í politikki. Eg haldi, at tíðin er langt síðani komin, til at vit fáa eina størri breidd og eina betri javnvág í tingarbeiði. Og tað fáa vit bert, um vit hava bæði kvinnur og menn – saman. Higar til hava vit havt 1-2 ella 3 kvinnur á tingi av 32, og tað er virkuliga synd, tí heildarsjónin verður av tí sama alt ov skerpa.
Skulu vit liva upp til londini rundan um okkum, eiga vit verðuliga at taka okkum saman. Tað eru nógvar kvinnur, ið hava nógv at geva. Vit hava staðfestingar uppá, at kvinnur eru eins dugnaligar og menn í útbúgvingar-, arbeiðs-, og leiðsluhøpi, og tað eru vit eisnini í tinghøpi.
Latum okkum hesu fer virka fyri at fáa nóvg fleiri kvinnur inn á ting, – eisini sjálvstýriskvinnur.
Broytið krossin. Set hann við eina kvinnu.
Kristina T. Larsen




