Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri lærarar uppsagdir vegna dugnaloysi

Danial Viðoy

Góðan morgun: Teir dagar, tá ið lærarayrki var eitt trygt starv, eru av. Fleiri og fleiri lærarar verða ripaðir út um skúladyr.

Góðan morgun: Teir dagar, tá ið lærarayrki var eitt trygt starv, eru av. Fleiri og fleiri lærarar verða ripaðir út um skúladyr. 

Danmark: Bert í Keypmannahavnar kommunu er 50 lærarar koyrdir, tí orkan, teir løgdu í arbeiðið, var undir alt lágmark. Samstarvstrupulleikar og alt ov nógv sjúkrafrávera vóru eisini millum orsakirnar.

Í Aalborg verður í miðal ein lærari uppsagdur um vikuna, ja koyrdur til hús.

– Seinastu tvey-trý árini hevur gongdin broytt seg til, at fleiri og fleiri lærarar eru hirdir á dyr, tí arbeiðið ikki er gjørt til lítar, fortelur Dorte Kamp, forkvinna fyri danska lærarafelagið í Aalborg fyri Politiken.

Serfrøðingar meina, at nýggi hátturin at fyrireika og eftirmeta undirvísing er høvuðsorsøkin til uppsagnirnar. Fyrr høvdu lærararnir sítt økið um hendi, sína undirvísing, men nú skulu lærarar saman við fleiri øðrum fyrireika og eftirmeta undirvísingina.

Og um handalagið at samstarva ikki er gott nokk, ja so er viðkomandi í vandabólkinum fyri at verða tveittur til hús.

Harleyfacadeacryl