Er tað nakað ið eyðkennir mína heimbygd, Fuglafjørð, so er tað tónleikurin. Hetta er eisini nakað, vit øll eru sera errin av.
Í bygdini hava vit góðar musikk- og kvøldskúlaskipanir, har so at siga øll, ið hava hug, kunnu spæla ella evna tað, tey hava hegni til og gerast betur.
Tó er tað soleiðis, at kring landið eru bíðirøðirnar langar til musikkskúlarnar. Men fleiri næmingar kunnu ikki takast inn, tí tímar vanta í skipanini. Her má og skal ein skilagóð loysn finnast.
Hesar skipanir eru ein so stórur og tíðandi partur av okkara mentanarliga ríkidømi, at tað er sjálvsagt, at musikkskúlin skal raðfestast.
Takk tit øll, ið ríka okkara gerandisdag við deiligum tónleiki. Tað er sálarbót.
Sigga Óladóttir Joensen
Valevni Javnaðarfloksins




