Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri óvæntað úrslit í Iowa

Helgi Abrahamsen

Úrslitið á fyrsta undanvalinum til forsetavalið í USA gjørdist øðrvísi enn tey flestu høvdu roknað við. Hjá Republikanarunum vann Ted Cruz óvæntað á Donald Trump og hjá Demokratunum vann Hillary Clinton ein ógvuliga tepran sigur á Bernie Sanders.

Tað mest óvæntaða úrslitið var tað hjá republikanska senatorinum úr Florida, Marco Rubio. Hann gjørdist nummar trý og var sera nær við at koma framum Donald Trump á øðrum plássi.

Hóast Hillary Clinton kundi fegnast um, at hon endaði á fyrsta plássi hjá Demokratunum, so skal hetta tó síggjast í ljósinum av, at tað eru bara tveir mánaðir síðani, at hon lá sera langt frammanfyri Sanders.

Tað verður trupult hjá Sanders

Eygleiðarar rokna framvegis við, at Clinton fer at vinna undanvalini hjá Demokratiska flokkinum. Ein trupulleiki hjá Sanders er, at hann sigur seg sjálvan vera sosialist, og tað heitið vil meirilutin í Demokratiska flokkinum neyvan hava sitandi á sær.

Úrslitið av valinum í Iowa avspeglar tó, at nógvir amerikanarar eru framvegis sera misnøgdir við politisku skipanina og amerikanska fíggjarheimin eftir fíggjarkreppuna, og tað er júst hesum misnøgdu veljarunum, Sanders roynir at tekkjast. Uttan iva hevur tað eisini havt týdning fyri valúrslitið, at Sanders verður roknaður fyri at vera einasta alternativið til Clinton, og tað eru nógvir demokratiskir veljarar, sum ikki vilja hava enn ein Clinton inn í Hvítu húsini. Hesir veljararnir hava tí helst savnað seg um Sanders.

Í stuttum kann sigast, at úrslitið í Iowa avspeglar politisku støðuna í USA í løtuni: Kósin er í allar ættir, og alt er møguligt.