Dagur og Vika hevði eitt innslag í vikuni, har tey samanlíknaðu tær ymisku kommunurnar í landinum fíggjarliga. Tað bleiv ikki dult fyri Føroya fólki, at fólk sum búgva í Tórshavn hava munandi meira eftir at liva fyri hvønn mánaða eftir skatt og barnafrádrátt enn tey, sum búgva í Klaksvík.
Útrokningar vísa, at ein familja, við einari miðalinntøku og tveimum børnum, hevur uml. kr. 13.000 meir eftir um árið, um hon búsetist í Tórshavn heldur enn Klaksvík. Yvir 1000kr. um mánaðin kann gera sera stóran mun hjá einari barnafamilju. Tí kann tað kennast serliga freistandi hjá barnafamiljum heldur at velja høvuðsstaðin enn Klaksvíkina.
Hetta skal broytast!
Inntøkurnar í Klaksvíkar kommunu hava ongantíð verið so stórar sum nú, og inntøkurnar hava ár aftaná ár verið størri, enn mett verður. Hetta er sanniliga nakað, sum vit borgarir í Klaksvíkar kommunu kunnu gleðast um og skulu fáa gagn av.
Tað skal gerast bíligari at velja Klaksvík, og tað kann í hesum døgum væl lata seg gera at seta skattaprosentið niður við 1-2% og hækka barnafrádráttin uppá 8000 kr., soleiðis at vit gerast ein kappingarfør kommuna.
Við einari skynsamari fíggjarstýring ber hetta væl til.
Oddmar á Lakjuni
Býráðsvalevni Fólkafloksins, hin 8. November 2016




