Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fleiri skaðar í KÍ hópinum

Jákup Ósá

KÍ kann koma at mangla tríggjar-fýra leikarar sunnudagin, tá EB/Streymur vitjar.

Í fleiri vikur hava Ólavur Niclasen, Óli Ey. Poulsen og Torbjørn Grytten hava skaðar at drigist við. Tað hava teir framvegis, og tað er óvist, um nakar av teimum verður førur fyri at spæla sunnudagin. Óli fekk tó spælt móti HB, hóast hann hevði sitið uttanfyri í fleiri venjingardystir frammanundan. Ein nýggjur leikari er komin á skaðalistan, sum heilt vist ikki spælir sunnudagin. Tað er Deni Pavlovic, sum fekk ein skaða í hondina móti Víkingi og hevur verið undir skurði. Hann má binda frið komandi tíðina. Hann missir mest sannlíkt eisini dystirnir móti ÍF og Undrinum, men kann vera tøkur aftur um miðjan apríl.

KÍ spælir á heimavølli móti EB/Streymi sunnudagin.