Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri støðugar inntøkur, Takk!

Oliver Joensen

Havi áður skrivað um, at vit eiga at fáa almenn arbeiðspláss innanfyri fiskivinnuumsitingina hendavegin. Klaksvíkin er fiskivinnuhøvuðstaður og er tað tí onki meir enn nátturligt, at hesi liggja í Klaksvík.

Eisini allar útbúgvingar innanfyri fiski- og sjóvinnu eiga at liggja í Klaksvík.

Eg veit væl, at býráðið ikki hevur mynduleika til at gera hetta, men komandi býráð eigur framhaldandi at gera sína ávirkan galdandi á hesum øki.

Í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við eisini at nevna Taks, sum Norðlýsið hevði eina grein um 7. nov. 2008, um at tað heita epli liggur á borðinum hjá Jóannes Eidesgaard. Og í dag lesa vit grein í Norðlýsinum, har Jákup Petersen, greiðir frá, leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahús er tikin av ræði. So tað er ongantíð meira neyðugt enn nú, at vit skulu vera vakin og ansa eftir, at tey almennu arbeiðsplássini, sum vit hava í Klaksvík ikki vera tikin frá okkum.

Norðoyingar stóðu saman um at velja landspolitikarar frá norðurøkinum, og gangi eg út frá, at flestu av okkum vænta og krevja av teimum, at teir nú standa saman um norðurøkið, soleiðis, at m.a. fleiri almenn arbeiðspláss og útbúgvingar koma hendavegin og at tey arbeiðspláss og útbúgvingar, sum vit hava , ikki verða flutt úr økinum.

Tað er ógvuliga umráðandi, at vit hava nøkur føst arbeiðstilboð til okkara lærda ungdóm, soleiðis at hesi ikki noyðast úr býnum at arbeiða og tí flyta hagar at búgva. Soleiðis missa vit ein part av okkara lærda ungdómi úr býnum. Tað er ógvuliga umráðandi, at vit hava hesi føstu arbeiðsplássini soleiðis, at inntøkan í kommununi verður meira støðug.

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen
Valevni fólkafloksins