Nýggjastu bygnaðarbroytingarnar innan politiið – sentraliserar alt virksemið hjá stovninum
Norðuratlantsbólkurin: Fólkatingsmaðurin hevur fleiri ferðir áður spurt um sama mál, men tá hevur ikki fingist nakað ítøkiligt svar.
Men nú váttar danski løgmálaráðharrin, at ein bólkur hevur arbeitt leingi við tí setningi at gera umfatandi broytingar innan løgregluna í Føroyum.
Sambært svarinum verður talan um eina umfatandi sentralisering, har fleiri sýslumansembæti verða niðurløgd og bert trý høvuðsøki verða eftir. Harafturat verða vaktarskipanir munandi broyttar og starvsfólkaorka flutt til onnur endamál, umframt at nýggj skipan verður fyri ákæruvaldið.
Les meira á www.vagaportal.fo




