Uppskotini um at broyta hjúnabandslógina, rættargangslógina og lógina um at brúka kirkjur, síggja út til at gerast ein vaksandi juridisk fløkja.
Í einum skrivi sum Mentamálaráðið sendi Løgtingsins trivnaðarnevnd í gjár stendur, at um persónar av sama kyni fáa loyvi at giftast, so fær hetta avleiðingar fyri nógv rættindi og nógvar skyldur, sum eru nevnd í øðrum lógum, um tað ikki beinleiðis stendur “maður” ella “kona” í lógini.
Ógreitt um kirkjan skal signa samkynd pør
Fólkakirkjan kann sum nú er signa hjún ið eru gift borgarliga. Kirkjan hevur eisini eitt ritual til at signa hesi hjún, og í tí er greitt orðað, at talan er um hjúnalag millum mann og konu.
Men í galdandi hjúnabandslóg § 14, stk. 2 stendur: “Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken.”
Her vísir Mentamálaráðið á, at um hjúnabandslógin verður broytt, soleiðis at tvey av sama kyni kunnu verða gift, og orðingin í lógini um at brúka kirkjur og um limaskap í fólkakirkjuni samtíðis verður broytt, soleiðis at bara pør av ymiskum kyni kunnu verða vígd ella signað, so verður ósamsvar í hesum. Hjúnabandslógin loyvir nevniliga øllum hjúnabondum at verða signað í kirkjuni.
Lóggeva uttan heimild
Ein annar trupulleiki sum Mentamálaráðið vísir á, er at sum uppskotini viðvíkjandi hjúnabondum í løtuni liggja í løgtinginum, so er løgtingið í ferð við at lóggeva innan eitt málsøki, har løgtingið ikki hevur heimild at lóggeva.
“Heimildin til at regluseta møguleikan til at fáa brogarligt hjúnalag signað kirkjuliga fylgdi ikki við yvirtøkuni av fólkakirkjuni. Hesin parturin av kirkjuliga virkseminum er skipaður í hjúnabandslógini, ið er felagsmál,” skrivar Mentamálaráðið.
Mælir til broytingar
Mentamálaráðið mælir Løgtinginum frá at gera ætlaðu broytingina í lógini um at brúka kirkjur og um limaskap í fólkakrikjuni, og ráðið mælir samtíðis til, at umhugsa møguleikan at strika § 14 stk. 2 í hjúnabandslógini. Ein triði møguleiki, sum Mentamálaráðið nevnir er at umhugsa at seta orðini “af forskelligt køn” inn ímillum orðini “Ægtefæller” og “kan” í somu lógargrein. Orðingin skal sostatt vera: “Ægtefæller af forskelligt køn kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken.”
Trivnaðarnevndin hevur freist til mánadagin at skriva álit.




