Símun Absalonsen og Arni Poulsen frá Grannskoðaravirkinum Numo viðgjørdu fiskivinnuna og framtíðina í Norðoya Sparikassa í kvøld. Teir hugdu at fyrimunum og vansum við ymiskum fiskivinnuskipanum
Símun Absalonsen og Arni Poulsen frá Grannskoðaravirkinum Numo viðgjørdu fiskivinnuna og framtíðina í Norðoya Sparikassa í kvøld. Teir hugdu at fyrimunum og vansum við ymiskum fiskivinnuskipanum
Norðoya Sparikassi legði hølir til framløguna og fitt av fólki høvdu leitað sær á fund. Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa bjóðaði vælkomin og gav síðani Símun Absalonsen orðið.
Símun lýsti í stuttum hvørjar fiskivinnuskipanir vórðu kring knøttin og vísti síðani á fiskivinnunýskipanina, sum samgongan arbeiðir við.
Fyrimunir og vansar vórðu nevndir í mun til t.d at fara frá fiskidøgum til kvotaskipanir, uppboðssølu, tilfeingisgjald og útlendskan ognarskap í fiskivinnuni.
Nakað av spurningum vórðu eftir framløguna og kjakast varð um ætlaðu fiskivinnunýskipanina, sum, eftir útmeldingunum at døma, neyvan fær nógv likes frá fundarfólkinum.
Norðoya Sparikassi bjóðaði kaffi og eitthvørt søtt. Ein góður fundur.




