Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fleiri vilja sleppa at byggja nýggja húsarhaldsskúlan

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í gjár møtt væl av fólki upp á Húsarhaldsskúla Føroyar í Klaksvík, har umboð fyri byggiharra og ymsu arbeiðstøkurnar, ið høvdu bjóðið, møtt til almennu lisitatiónina.

Áhugin fyri verkætlanini var stórur, tí heili 25 tilboð komu inn frá fyritøkum, sum bjóða seg fram.

Til byggibúgvingararbeiðið komu seks tilboð, sjey uppá bygningsarbeiðið, sjey uppá tøkniinnleggingar og fimm tilboð uppá el-innleggingar. 

 

Feløgini, sum áttu lægstu tilboðini, vóru:

RTS: Byggibúning       kr. 4.728.683,00

MTH: Bygningsarbeiðstøka kr. 41.460.949,12
Signar Kalsberg: HVS  kr. 5.797.633,22
EL-IN: El-arbeiðstøka  kr. 2.874.628,19


Í alt  kr. 54.861.893,53 og passar hetta talið undarliga væl við metingina á 55 mió. fyri verkætlanina.

Tað eru Húsarhaldsskúlin, Klaksvíkar kommunu og Bústaðir sum í felag standa fyri byggiini, sum eftir ætlan skal standa liðug á vári 2024

Tilboðini verða nú nærlisin, og verður siðani tilmæli gjørt av ráðgevanum, FuglArk, um, hvørjir fáa arbeiðið.