Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flemish Kap: Sigla heim í morgin

Jákup Ósá

Klakkur, Ågot, Kambur og Eivind royna á Flemish Kap

Fríggjakvøldið skrivaðu vit, at kvotan helst fór at vera uppfiskað á Flemish Kap hjá føroysku línuskipunum fyrst í hesi vikuni. Og nú boðar Vørn frá, at seinasti dagur, sum skipini sleppa at royna í, er í morgin 10. februar. Allur reiðskapur skal vera tikin úr sjónum kl. 24.00. Tað visti KVF at siga á middegi. Sostatt fara skipini at sigla heim í morgin. 

Heimferðin tekur vanliga umleið eina viku. 
Harleywoodpaint