Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flestu bátarnir farnir til útróðrar

Jákup Ósá

Tað var tómligt á Stongunum í kvøld.

Í morgin verður aftur arbeiði í skúrunum á Stongunum, har tað í kvøld var tómligt við bæði stampum og bátum. Veðrið hevur ikki verið nakað serligt seinastu tíðina, men í kvøld vóru flestu útróðrarbátarnir farnir til útróðrar. M.a. vóru Bragd, Norðsøki og Líðhamar farnir avstað, meðan Kallanes lá við bryggju vestaru megin í Klaksvík.
Á korti sæst, at Norðsøki og Líðhamar royna sunnanfyri Svínoynna. Norðlýsið frættir væntandi seinni í dag um, hvussu hilnaðist hjá bátunum.