Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flestu liðini hava sett venjarar

Jákup Ósá

Hjá flestu liðunum í Effodeildini er venjara spurningurin avgreiddur.

Hjá flestu liðunum í Effodeildini er venjara spurningurin avgreiddur.

Tey liðini sum hava sáttmálar við sínar venjarar til komandi ár eru KÍ(um teir vera verandi í deildini), har Eyðun Klakstein hevur sáttmála og EB/Streymur, har Rúni Nolsøe gjørdi tvey ára sáttmála í fjør. ÍF, Víkingur, NSÍ, Skála og B68 hava meldað út, at tey ynskja framhaldandi samstarv við núverandi venjara hjá teimum, meðan HB ikki viðgerð spurningin fyrr enn eftir kappingarárið eins og ætlað. Har bendur tó nógv á, at Oddbjørn Joensen heldur fram. Men havast skal í huga, at sagt hevur verið úr serliga ÍF, men eisini B68 og NSÍ, at nøkur viðurskiftir skulu koma uppá pláss, áðrenn venjarin kann setast.Hjá B36 heldur Mikkjal Thomassen ikki fram vegna persónligar umstøður. Norðlýsið visti fyri tíð síðani, at núverandi AB venjarin Sámal Erik Hentze er favorittur at taka yvir. Hjá TB og AB er framvegis ógreitt, hvør verður venjari komandi ár.

Tí kunnu vit seta venjara listan fyri 2014 upp soleiðis:

Sáttmáli undirskrivaður: Rúni Nolsøe (EB/Streymur) og Eyðun Klakstein (KÍ)

Mest sannlíkt: Oddbjørn Joensen (HB), Albert Ellefsen (ÍF), Heðin Askham (NSÍ), Sigfríður Clementsen (Víkingur), Sámal Erik Hentze (B36), Øssur Hansen (B68) og Eliesar Olsen (Skála).

Ógreitt: AB og TB(um teir yvirliva)