Nú verður fyri fyrstu ferð nakrantíð høvi at fara á fara á Flight Simulator skeið í Føroyum.
Nú verður fyri fyrstu ferð nakrantíð høvi at fara á fara á Flight Simulator skeið í Føroyum.
Á skeiðnum verður fyrstafloks undirvísari úr Vágum, og hesin fer at leiða luttakararnar gjøgnum tað grundleggjandi í BAE flogfarinum hjá Quality Wings frá “cold and dark” til tú ert í luftini. Hvussu tú sleppur niður aftur, mást tú sjálvur læra teg.
Ein stutt frásøga um, hvussu ATC virkar, og á skeiðnum fara tey at nýta ATC, tá flogið verður.
Eisini verður gjørligt at fáa ein ókeypis flogtúr á ovurstóra løriftinum í Løkshøll. Hetta verður gjørt sum ein endi og samanumtøka av degnum.
Nakrar treytir eru:
1. Tú mást hava teldu og útgerð við sjálvur!
2. Neyðugt er at eiga BAE flúgvaran frá QualityWings.
3. Krav er, at øll brúka Prepar3D! www.prepar3d.com
4. IVAO er eisini krav! www.ivao.aero
5. Vága floghavn skal vera frá www.aero-files.com , og føroyska landslagið skal vera frá www.webryan.dk
Møguliga koma onnur krøv seinni, og verða tey, sum hava teknað seg, kunnað um tað!Neyðugt er við tilmelding, og verður tað gjørt við at senda ein teldupost til peter@aero-files.com ella simon@aero-files.com
Eisini ber til at ringja á tlf 276211 ella 221320, um spurningar eru!
Kostnaður er einans 50 kr, Við í prísinum er okkurt lætt til matna og ein heitur rættur, sum verður borðreiddur á skeiðnum!
Freistin at tekna seg er mánadagin 15. apríl á midnátt!!
Bert 15 pláss eru eftir, so tað ræður um at skunda sær!
Tað er sera umráðandi at tit geva aftursvar skjótast gjørligt, tí uttan tykkum verður einki tiltak.
Umstøðurnar í Løkshøll eru av teim bestu í landinum. Størsta filmslørift í landinum er har, og spildurnýggj filmsútgerð av mest framkomna slagi hugsast kann, er til taks. Eisini eru umstøðurnar kring høllina sera góðar, so betri karmar um tílík tiltøk sum hetta finnast ikki aðrastaðni í Føroyum.
Kom og verð við og stuðlað føroya fyrsta flight simulator tiltakið!
Vegna fyrireikarinir
Pætur og Simon
Flight Simulator Føroyar




