Flogbóltssambandið skipaði fyri ráðlegginardegi í Høllini á Hálsi
Feløgini í føroyskum flogbólti vóru savnaði í Høllini á Hálsi í dag. Leiðslan í Flogbóltssambandinum hevði kallað inn til fundin har ymisk praktisk viðurskifti vóru viðgjørd kring flogbóltin í Føroyum.
Semja er um at slíkir ráðleggingarfundir eru sera góðir at hava og fer flogbóltssambandið nú undir at arbeiða víðari við teimum átøkunum, ið fundurin samdist um.



