Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flogbóltssambandið: Vit enda landskappingina 2019/20 nú

Jóhann Lützen

Eingir dystir verða leiktir afturat hetta kappingarárið og ongar FM-finalur. Støðan í ymisku deildunum nú avgerð FM hetta kappingarárið.

Flogbóltssamband Føroya hevur sent skriv til øll feløgini. Skrivið sæst niðanfyri. 

 

Til øll feløgini!

Góðu tit!

Eftir drúgva viðgerð innanhýsis í nevndini grundað á hoyringssvarini frá feløgunum, hevur nevndin tikið støðu viðvíkjandi landskappingini 2019/20. Niðurstøðan er, at:

Vit enda landskappingina 2019/20 nú
Eingir dystir verða leiktir afturat hetta kappingarárið og ongar FM-finalur
Støðan í ymisku deildunum nú avgerð FM hetta kappingarárið
Steyp og heiðurmerki verða latin samsvarandi støðuni nú

Viðmerking:
Vit hava hugt at nógvum ymiskum møguleikum, og hvussu vit kunnu skapa tryggar karmar kring dystir og tiltøk. Men avbjóðingarnar tá ið tað viðvikur smittu og møguligari sjúku eru so stórar, at vit síggja okkum ikki føri fyri at kunna veita hesa trygd. Vandarnir eru ov stórir.

Avgerðin hjá okkum er tí fyrst og fremst grundað á heilsulig viðurskifti og tilmæli.

Vit eru øll somul ógvuliga hørm um støðuna, og at FM ikki kann verða avgjørt, so sum vit øll høvdu ynskt tað. Men samstundis vóna vit, at hetta stigið vit nú taka, fer at gera næsta kappingarár møguligt hjá okkum øllum at uppliva og gleðast enn meiri um.

Vit ynskja tykkum alt tað besta!

Vinaliga

Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya