Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur: Dráttur og SÍ stríðast um seinna plássið

Danial Viðoy

Bólkaspælið í steypakappingini í flogbólti er nú komið so væl áleiðis, at fyrstu liðini hava vunnið sær pláss í hálvfinalunum.

Bólkaspælið í steypakappingini í flogbólti er nú komið so væl áleiðis, at fyrstu liðini hava vunnið sær pláss í hálvfinalunum, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Í bólki I hjá kvinnum er greitt, at KÍF hevur spælt seg víðari eftir at liðið hevur vunnið dystirnar móti Drátti og SÍ, og tað er eisini greitt, at Fleyr B ikki kemur víðari, tí liðið hevur tapt báðar dystirnar, sum liðið hevur spælt higartil.

Spurningurin er tí, um tað verður Dráttur ella SÍ, sum skal spæla hálvfinalu, og tann avgerðin fellur leygardagin, tá liðini bresta saman á Giljanesi.

Tað verður eftir øllum at døma ein javnur dystur millum bæði vágaliðini, sum liggja á teimum báðum fyrstu plássunum í landskappingini. Tað kann tó tykjast sum, at Dráttur hevur ein fyrimun við tað, at liðið í fyrsta sínamillum dystinum basti SÍ 3-0 á Giljanesi.

Hinvegin eru broytingar hendar, tí tá Dráttur og KÍF hittust, vann Dráttur eisini, og kollafjarðarkvinnur taptu eisini, tá tær spældu móti SÍ í landskappingini. Men í steypakappingini hevur KÍF gjørt bart, og tí mugu vágaliðini bæði stríðast um ta seinna plássi í bólki I, sum gevur atgongd til hálvfinaluna.

Dysturin verður sum sagt leiktur á Giljanesi leygardagin, og hann byrjar klokkan 14.00. Næst síðsti dysturin í bólki I verður spældur í kvøld, tá KÍF og Fleyr B hittast í ítróttarhøllini í Kollafirði.

Harleywoodpaint