Nú tann seinasti triðingurin av Eik-liguni hjá kvinnum fer at byrja, verða stigini býtt í helvt, og tað merkir, at Mjølnir-kvinnur, sum eru nr. 2, nú eru bara 3 stig frá fyrstaplássi.
Støðan í EIK-liguni hjá kvinnum er í løtuni henda:
1) SÍ 22 stig
2) Mjølnir 16 stig
3) Fleyr 14 stig
4) ÍF 12 stig
5) Dráttur 12 stig
6) KÍF 6 stig
7) TB 2 stig
Á heimasíðu Flogbóltssambandi Føroya (www.fbf.fo) verður upplýst, at vunnu stigini í Eik-liguni hjá kvinnum nú verða býtt í helvt, áðrenn farið verður í holt við seinasta triðingin av kappingini.
Henda sama regla verður nevnd í sjálvum kappingarreglunum, og í leikskipanini fyri inniverandi kappingarár er hetta útgreinað nærri, at “Eftir at øll liðini hava leikt móti hvør øðrum 2 ferðir, verða stigini býtt í helvt, áðrenn farið verður í holt við seinasta triðingin“.
Hetta økir sjálvandi um spenningin í kappingini, har støðan verður henda:
1) SÍ 11 stig
2) Mjølnir 8 stig
3) Fleyr 7 stig
4) ÍF 6 stig
5) Dráttur 6 stig
6) KÍF 3 stig
7) TB 1 stig
Sostatt er kappingin nú nógv meira opin enn frammanundan.
Sambært www.fbf.fo eru írestandi dystirnir hjá Mjølnir-kvinnum hesir:
20.01.2009 Dráttur – Mjølnir
31.01.2009 KÍF – Mjølnir
07.02.2009 Mjølnir – SÍ
25.02.2009 Mjølnir – ÍF
07.03.2009 Mjølnir – Fleyr
14.03.2009 TB – Mjølnir




