Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin kvinnur: Mjølnir vann á KÍF

Norðlýsið ÍTROTTUR

Mjølnir-kvinnur tykjast bara at blíva sterkari í seinastuni, og sunnudagin funnu tær dystin ímóti KÍF í KÍ-høllini, so liðini nú eru ájøvn mitt á stigatalvuni.

Úrslitið av dystinum var 3-1 til Mjølnir, men tað sigur ikki allan sannleikan um dystin, tí øll settini vóru sera jøvn.

Øll settini, sum Mjølnir vann, vórðu vunnin við minst loyvda muni, so har stóð nógv á í hvørjum setti.

Bæði fyrsta og næsta settið vunnu Klaksvíkskvinnur 25-23, men í triðja setti var tað KÍF, sum átti munin, og tær vunnu settið 25-22.

Sostatt mátti eitt fjórða sett til, og hetta bleiv tað javnasta av teimum øllum, tí ikki fyrr enn Mjølnir vann sín 28 bólt, var settið, og harvið eisini dysturin, vunnin.

Samlaða úrslitið av dystinum var sostatt:

Mjølnir – KÍF 3-1 (25-23) (25-23) (22-25) (28-26)

Við hesum er støðan í meistaradeildini hjá kvinnum henda:
(kelda: www.fbf.fo)

1)  SÍ           14 dystir    15 stig
2)  ÍF           14 dystir    14 stig
3)  Dráttur   14 dystir    10 stig
4)  KÍF         14 dystir      7 stig
5)  Mjølnir    15 dystir      7 stig
6)  TB          15 dystir      5 stig
7)  Fleyr      14 dystir      0 stig