Við tryggum spæli í Havn seinasta sunnudag vann besta mansliðið hjá Mjølni tann gamla flogbóltsklassikaran ímóti Fleyri, og er nú á øðrumplássi aftan fyri ÍF, ið higartil hevur vunnið 100%.
Fyri stuttum skrivaðu vit, at besta mansliðið hjá Mjølni var trilvandi, men tíbetur er líkt til, at vit fóru skeivir.
Í øllum førum tykjast menninir hjá Mjølni ikki at hava spælt sær nakran møguleika av hondum, tí higartil hava teir vunnið tveir og bara tapt tann eina dystin, nevniliga tann ímóti ÍF, sum altso eisini hevur vunnið allar sínar 4 dystir higartil uttan at tapa eitt einasta sett.
Vunnu klassikaran
arvafíggindanum.
Í mannligu meistaradeildini eru tað júst Fleyr og Mjølnir, sum eru tey søguliga sterkastu liðini. Tey hava nevniliga vunnið hvør síni 6 føroyameistaraheiti, sum er nógv meir, enn nakað av hinum feløgunum hevur vunnið.
Tað er tí millum hesi bæði feløgini, sum tað í fótbólti er ímillum KÍ og HB.
Vit hava onkuntíð fyrr tosað við Mjølnir-leikarar um hetta, sum hava ásannað, at tað er nakað serstakt at leika ímóti Fleyri. Tann dysturin skal so í øllum førum vinnast.
Og tað gjørdi Mjølnir eisini hesaferð ímóti einum Fleyr-liði, sum í stóran mun var mannað við ungum leikarum. Hóast munurin í settunum ikki gjørdist tann stóri, so var Mjølnir ongantíð hótt, ivaleyst tí royndirnar komu teimum tilgóðar í avgerandi støðunum.
Vóna at fáa útsett
dystirnar móti SÍ.
Hópurin hjá monnunum á besta Mjølnir-liðnum er ikki tann størsti í løtuni.
Tað kemur tí sera illa við hjá teimum, at annar av útlendsku leikarunum, Stanislav Hristov, av persónligum ávum er farin heim í nakrar dagar.
Tí verður í løtuni roynt at fáa Flogbóltssambandið at útseta teir næstu tveir dystirnar, meðan Stanislav er burturstaddur. Hesir eru sum kunnugt ógvuliga avgerandi fyri møguleikarnar hjá Mjølni í kappingini.




