Stóra Mjølnir-kappingin verður í badmintonhøllini og fimleikarhallunum í Klaksvík og á Fossánesi leygardagin, og finalurnar í EIK-liguni verða í Badmintonhøllini sunnudagin, kvinnurnar kl. 15 og menninir kl. 17.
Sambært kappingarreglum flogbóltssambandsins verður í hvørjum kappingarári skipað fyri tveimum steypakappingum, har liðini í EIK-liguni hjá bæði kvinnum og monnum kappast um sæti í stóru steypafinaluni, sum vanliga verður spæld í februar mánað.
Vanliga er tann fyrra steypakappingin FK-kappingin hjá Fleyr í Havn og tann seinna er Mjølnir-kappingin í Klaksvík.
Sambært reglunum vinna vinnararnir av Fleyr-kappingini og Mjølnir-kappingini sær rætt til pláss í hálvfinaluni til endaligu finaluna.
Hálvfinalan skal spælast sum skjótast eftir at seinnu steypakappingina. FBF ásetir leikdagin og staðið.
Vinnur sama liðið báðar steypakappingarnar, verður eingin hálvfinala spæld.
Hitt liðið í stóru steypafinaluni er føroyameistarin (vinnarin av landskappingini).
Úrslitið av FK-kappingini hjá Fleyr 11. og 12. oktober 2008 – eldri deildir – var hetta:
Kvinnur Menn
Deild Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3 Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3
Eikligan Dráttur Fleyr SÍ ÍF
1. deild KÍFa Fleyr Fleyr Mjølnir TB
2. deild B68 KÍF Fleyr TF ÍF B68
Úrslit frá finalunum í FK-kappingini:
Eikligan, kvinnur: Dráttur – Fleyr 3-2 (25-21, 19-25, 19-25, 25-23, 21-19)
Eikligan, menn: SÍ – ÍF 3-1 (23-25, 25-23, 25-14, 25-22)
Sostatt hava Dráttur hjá kvinnum og SÍ hjá monnum tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini.
– – –
Heimasíðan hjá Flogbóltssambandi Føroya, www.fbf.fo, skrivar soleiðis um Mjølnir-kappingina um vikuskiftið.
Mjølnirkapping 2009 eldri deildir:
Mjølnirkappingin er leygardagin 03.01.2009 og finalurnar í Eikliguni verða sunnudagin.
Tá spæla kvinnurnar kl. 15.00 og menninir kl. 17.00.
Eikliga kvinnur
Bólkur A: Mjølnir – ÍF – KíF Badmintonh. Bani 1 kl. 14
Bólkur B Fleyr – Dráttur – TB Badmintonh. Bani 3 kl. 14
1. deild kvinnur
Fleyr A – SÍ – Fleyr B – Mjølnir – KíF Badmintonh. Bani 2 kl. 09.00
Nr. 1 í bólkinum fær steyp
2. deild kvinnur
Bólkur A: Mjølnir A – B68 2 – KÍF 2 – KÍ Fossanes kl. 09.30
Bólkur B: KÍF 1 – KíF 4 – SÍ – B68 3 Badmintonh. Bani 1 kl. 09.00
Bólkur C: Mjølnir B – B68 1 – KíF 3 – ÍF Badmintonh. Bani 3 kl. 09.00
Leikt verður upp í 19, best av trimum.
Endaspæl verður í Fiml.1 kl. 14.00
Eikliga menn
Sí – Fleyr – Mjølnir Badmintonh. Bani 2 kl. 12.00
1. deild menn
Fleyr – SÍ – Mjølnir – ÍF Badmintonh. Bani 2 kl. 15
Nr. 1 í bólkinum fær steyp
2. deild menn
Bólkur A: Mjølnir – ÍF 2 – Víkingur B – TB – B68 1 Fiml. 1 kl. 09.00
Bólkur B: ÍF 1 – ÍF 3 – Víkingur A – B68 2 – TF Fiml. 2 kl. 09.00
Leikt verður upp í 19, best av trimum
Endaspæl verður í Fiml. 2 kl. 14.00
Kaffi- og breyðsøla verður í Badmintonhøllini
– – –
Sambært heimasíðu flogbóltssambandsins eru hesar reglur galdandi fyri steypakappingina:
Steypafinala
Leikreglur o.a.
§1. Nr. 1 eftir fyrsta umfar í landskappingini hjá kvinnum vinnur sær sæti í steypafinaluni. Nr. 1 eftir annað umfar í landskappingini hjá monnum vinnur sær sæti í steypafinaluni. Hesi lið spæla ikki við í seinnu steypakappingini, sum feløgini skipa fyri.
§2. Skipað verður fyri tveimum steypakappingum í samstarvi við FBF. Hvørt felag kann hava 1 lið við í steypakappingini. Fyri at spæla við í seinnu steypakappingini, skal liðið eisini hava spælt fyrru steypakappingina.
§3. Liðini í fyrru steypakappingini verða skipað eftir leisti, sum FBF ásetir eftir endaligu støðuni í landskappingini árið fyri. Liðini í seinnu steypakappingini verða skipað eftir støðuni eftir 1. umfar í landskappingini hjá kvinnum og eftir 2. umfar hjá monnum.
§4. Í steypakapping verður innleiðandi spælt best av 3 settum, er ikki annað tilskilað í samráð millum fyriskipararnar og FBF. FBF tekur endaliga avgerð. Hvørt felag skal hava dómarar við til hvørt tilmeldað lið.
§5. Er neyðugt við innleiðandi bólkum, koma tvey lið víðari úr hvørjum bólki, og spældar verða hálvfinalur og aðrir dystir um neyðugt. Er bert 1 innleiðandi bólkur, spæla nr.1 og nr.2 finalu.
§6. Finala er seinna leikdagin. Spælt verður best av 5 settum. Fyrireikandi felagið ásetir dómarar í samráð við FBF.
§7. Nr. 1. í fyrru steypkappingini og nr. 1 í seinnu steypakappingini vinna sær rætt til pláss í hálvfinaluni til endaligu finaluna. Hálvfinalan skal spælast sum skjótast eftir at seinnu steypakappingina. FBF ásetir leikdagin og staðið.
§8. Vinnur sama liðið báðar steypakappingarnar, verður eingin hálvfinala spæld.
§9. Er vinnandi liðið í fyrru steypakappingini sama lið, sum tryggjar sær pláss í steypafinaluni umvegis landskappingina, so er tað vinnarin í seinnu steypakappingini, sum vinnur hitt finaluplássið.
§10. Starvsnevndin ásetir nær steypafinalurnar verða leiktar.
§11. Spæla í steypakappingunum kunnu bert leikarar, sum hava loyvi at spæla við í landskappingini.
§12. Leikarar í steypafinaluni missa ikki rættin til at spæla við lægri liði, sjálvt um 2/3 eru farnir av landskappingini.




