Í vikuskiftinum 5.-6. januar skipar Mjølnir fyri árligu Mjølnirkappingini fyri eldri deildir.
Kappingin fer fram í KÍ-høllini, fimleikarhallunum og í Badmintonhøllini.
Uml. 40 lið eru tilmeldaði, og vinnararnir av 1. og 2. deild verða longu funnir leygardagin.
Sunnudagin verða finalurnar í meistaradeildini monnum og kvinnum spældar í Badmintonhøllini.
Kvinnurnar spæla kl. 14.00 og menninir kl. 16.00.
Vinnararnir av finalunum kunnu fáa atgongd til steypafinalurnar í februar.
Hetta veldst eisini um, um sama liðið, sum vann Fleyr-kappingina fyrr í kappingarárinum eisini vinnur Mjølnir-kappingina.
Hinir finalistarnir eru ÍF hjá kvinnum og SÍ hjá monnum. Hetta tí at hesi feløg lógu á odda í landskappingini, tá fyrra helvtin var spæld.




