Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur MM: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-21), (25-16) og (25-12): Mjølnir einsamalt á odda

John William Joensen

Mjølnir hevur havt eina sera góða kappingarbyrjan

Liði er einsamalt á odda við fullum stigatalið eftir tríggjar dystir. Hetta hóast liði hevur møtt baði SÍ og ÍF sum undan kappingini vóru spádd til at verða bestu boðini upp á FM-heiti.
 
Mjølnir betur fyri
Dysturin endaði við einum sera tryggum 3-0 sigri til Mjølnir.
Av hesum trimum settum var tað einans í tí fyrsta at SÍ megnaði at fylgja við.
Í øðrum og triðja setti var tað Mjølnir sum vísti at teir eru verdigir oddafiskar í løtuni.
Seinasta setti endað heili 25-12, sum má sigast at verða ein áminning til hini liðini í kappingini, at klaksvíkingar ætla sær at verða við í stríðnum um gullmerkini.
Tað skal viðmerkjast at SÍ mátti verða Jón Nielsen fyriuttan, og lítið er at ivast í at mótstøðan hevði verið meiri sannførandi um hann var við.
Tað var annars SÍ sum vann Fleyrkappingina, og tí var roknað við einum meira javnum dysti enn vit vóru vitnið til í KÍ-høllini.
Dysturin var ein staðfesting av at Mjølnir liði er væl fyri í ár, og mugu vit samstundis nevna at útlendingarnir á Mjølnir liðnum avgjørt eru í fremra enda.
Millum klaksvíkingarnar mugu vit nevna veteranin Jóannes Poulsen, sum í dystinum móti SÍ vísti at hóast hann er farin um tey 37 so er hann framvegis ein sera týðandi leikari fyri klaksvíkingar.
Serliga tykist Mjølnir at verða betur fyri í verjupartinum í mun til í fjør, og hetta hevur higartil gjørt at Mjølnir er ósigrað í landskappingini.
 
Næsti dystur
Leygardagin skal Mjølnir spæla ímóti Fram í KÍ-høllini. Fram hevur leikt tveir dystin, ein vunnan og ein taptan, men enn er alt opið og vit mugu undirstrikað at vit eru so tíðliga í kappingini at enn er ov tíðliga at meta um styrkina hjá teimum ymisku liðunum. Serliga verður roknað við at SÍ og ÍF fara at gera um seg í kappingini.
Dysturin móti Fram verður leygardagin kl. 16.