Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flogbóltur: Tveir dystir í Klaksvík leygardagin

Jóhann Lützen

Kvinnurnar taka ímóti TB og menninir taka móti SÍ í Badmintonhøllini í morgin. Flogbóltssambandið stroymir dystirnar

Bólkaspæli í Steypakappingini heldur fram januar mánaða út. Síðani eru hálvfinalurnar í februar og steypafinalurnar eru fyrst í apríl. 

Kvinnurnar hjá Mjølnir taptu fyrsta dystin móti Drátti og tí skal ein sigur í hús móti tvørákvinnum. TB vann sannførandi 3-0 móti Ternuni og tískil er sannlíkt at vinnarin av hesum dystinum kvalifiserar seg í hálvfinaluna, sum verður í februar. 

Menninir hjá Mjølnir gjørdu flott comeback móti vælleikandi Fleyr. Teir taptu tvey tey fyrstu settini, men vunnu síðani trý tey næstu. SÍ taptu á heimavølli móti ÍF í fyrsta dystinum og tískil er trýst á SÍ at vinna hendan dystin, um sørvingar ætla sær í hálvfinaluna. 

Sum nakað nýtt fer Flogbóltssambandið at stroyma dystir. Byrað verður í Klaksvík í morgin. Leinkja verður løgd á Norðlýsið í morgin, har hyggjarar kunnu trýsta seg inn til dystin. 

 

Leygardagur 23. januar

Kl. 14.00: Mjølnir – TB (Kvinnur)

Kl. 17.00: Mjølnir – SÍ (Menn)

Harleyfacadeacryl