Sunnukvøldið komu U 17 landsliðini hjá kvinnum og monnum til Billund beineliðis við Atlantic Airways. Liðini skulu í døgunum 17. til 20. Oktober verða við í altjóða kapping í Ikast, sum er millum Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark, Ísland, Ongland og Føroyar.
Føroysku U 17 kvinnunar spæla fyrsta dystin í mánakvøldið kl. 19,00 føroyska tíð ímóti Onglandi, meðan U 17 menninir spæla somu tíð ímóti Noreg.
Báðir dystirnir verða stroymaðir – hvar hetta kann síggjast, verður upplýst í morgin á facbook-síðuni hjá Flogbóltssambandinum.
Venjarar hjá U 17 kvinnunum eru Magnus Tausen og Hans Simonsen, meðan Kristian Mikkelsen og Jan Hentze eru venjarar hjá U -17 monnunum.
U 17 kvinnurnar:
Dráttur:
Petra Sunadóttrir Hansen
Fleyr:
Anna Gøthe Magnusdóttir, Bjørk Nolsøe Isaksen, Hilda Boldstad Mortensen
SÍ:
Tórunn Kruse, Inga Helena Henriksen, Mona S. Poulsen, Sissal Ellefdóttir
Mjølnir:
Joan Marstein
ÍF:
Frígerð H. Hansen
TB:
Sára Maria Johansen
KÍF:
Elsa Samuelsen
U 17 menninir:
SÍ:
Julian Niclasen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe og Hjørtur Joensen.
Fleyr:
Jónfinnur Hansen, Dávið Hentze og Gilli Samuelsen.
TB:
Niklas Djurhuus og Bárður Dimon.
ÍF:
Ingálvur Olsen




